Føroyingar hava gingið í føroyskum klæðum í Keypmahhavn í morgum og kravt
frítt hassj.
Í morgun var ein rættiliga sermerkt kravgonga í Keypmannahavn.
Tað var ein bólkur av fólki, sum gekk á leiðini við Christiania í
Keypmannahavn og kravdi, at hassj verður gjørt lógligt.
Mitt í rúgvuni gekk ein maður í føroyskum klæðum.
Tað var formaðurin í felagnum Hampafólk, Arnfinnur í Birtuni, sum brúkti
hetta høvið til at fáa føroysk klæðini upp í stríði fyri fríum hassji.
Í mótmælisgonguni kallaði hann seg Nólsoyar Páll og ætlanin var, at hann
skuldi halda røðu fyri 10.000 fólkum í keypmannahavn í morgun, sigur hann á
Facebook, haðani myndin er.
Hann sigur eisini, at eitt endamál við hesum er at provokera her heima í
Føroyum. Um tað hevur eydnast, er so ein onnur søga.
Myndin er tikin á Christiania í Keypmannahavn, beint við tiltikna Pusher Street.