Aftur í ár verður skipað fyri føroyskari jólagudstænastu í Randers. Gudstænastan verður 6. desenber klokkan 16.30 í Genesis, Eriksvej 13, 8960 Randers SØ.
Prestur við føroysku jólagudstænastuna verður Kirsten Donskov Felter, sum er kvinnan á viðheftu mynd.
Laura í Frammistovu Bachmann sigur, at eftir gudstænastuna verður jólahugni og umleið klokkan 18 verður nátturði við føroyskum viðskera.
- Møguleiki verður eisini at senda jólaheilsur heim til familju, vinir og kenningar í Føroyum. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, leggur hon aftrat.