Í morgin klokkan 14 verður føroysk jólagudstænasta við føroyskum sálmum og føroyskari prædiku í donsku kirkjuni í London.
Tað verður Bergur Debes Joensen, sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, sum fer at skipa gudstænastuna og eisini hevur prædikuna.
Føroyafelagið í London veit at siga, at sum vant ber til at koma til sjálvtøkuborð tveir tímar undan gudstænastuni, og hetta er ímóti serstøkum gjaldi.
Annars verður eftir gudstænastuna borðreitt við kaffi og køkum, so tá býðst eisini eitt gott høvi at hitta landsmenn, vinir og kenningar.
Danska kirkjan í London heldur til í St. Katherine's Precinct, sum hevur adressuna 4 St Katharine's Precinct, London NW1 4HH.