2. jóladag klokkan 14 verður jólagudstænasta í Hans Egede kirkju í Keypmannahavn
Sum vant luttekur Húsakórið vid sangi, Nadja Aristoff er organistur og Jóannis Fonsdal prædikar.
Danmarks radio sendir hesa gudstænastuna sama dag á P1 kl 16.03. Gudstænastan kann eisini hoyrast á alnótini.
Aftaná gudstænastuna hittast fólk til eina hugnaløtu í meinigheitshølinum.
Adressan hjá Hans Egede kirkju er Vardegade 14, 2100 Østerbro.










