Føroysk fyritøka fær stóra virðisløn í Evropa

Hetta er neyvan seinastu ferð, ein slík virðisløn endar í Føroyum


Føroyska KT fyritøkan, hevur fingið eina stóra evropiska virðisløn.

Tað skrivar mypresswire.com.

 

Talan er um virðislønina, Complete Security Partner 2014 hjá Sophos, sum er ein av heimsins størsu leverandørum av forritum til KT trygd.

Tað, sum gjørdi, at Formula fekk virðisløninam, var handfaringin av einum stórum ordra innan Complete Security Suite, sum tað eitur á fakmáli.

 

Sagt verður, at Formula legði stórt arbeiði í at finna loysnir á økinum. Tey siga, at tey á Formula høvdu serfrøði á høgum stigi og tað var hugtakandi at síggja, hvussu væl og skjótt tey loystu málið.

Á mypresswire.com halda tey ikki, at hetta verður síðstu ferð, at ein stór KT virðisløn endar í Føroyum.

 

- Er hugburðurin hjá teimum á Formula eyðkendur fyri føroyingar sum heild, eru tey vís í, at fleiri slíkar virðislønir enda í Føroyum.