Føroysk framleiðsla heldur enn eitur og CO²

Framleiðsla í egnum landi kann minka um dálking og útlát, hon gevur okkum møguleika at liva sunnari og óeitrað, umframt at hon kann styrkja okkara búskap. Framsókn fer í komandi valskeiði at endurskoða matvørulógina og skipa ein málrættaðan landbúnaðarpolitikk

Framleiðsla í egnum landi kann minka um dálking og útlát, hon gevur okkum møguleika at liva sunnari og óeitrað, umframt at hon kann styrkja okkara búskap. Framsókn fer í komandi valskeiði at endurskoða matvørulógina og skipa ein málrættaðan landbúnaðarpolitikk

Vit hava tørv á nýhugsan í landbúnaði. Lógin um nýtslu av lands- og privatjørð er ikki nóg greið, og tað er eitt vanbýti millum framleiðslu hjá bóndunum og innflutta vøru.

Við lokalt framleiddari vøru, ið tekur atlit til altjóða umhvørvisásetingar, kunnu vit framleiða burðardygt og økologiskt og harvið bjóða føroyingum ein sunnari lívsstíl. Vit kunnu liva minni eitrað, enn vit gera, og vit kunnu gera tað við virðing fyri náttúruni.

Ein styrktur landbúnaður hevur eisini tann fyrimun, at hann er uppbyggjandi fyri útjaðaran og kann virka desentraliserandi nú, tá sentralisering av vinnulívinum hóttir vinnur og arbeiðspláss uttanfyri miðstaðarøkið. Tað er eitt stórt grundarlag fyri at menna hesa vinnuna uttanfyri Havnina. Tað er har, vit hava lendi, garðar, gras og kríatúr, og møguleikarnir eru óendaligir. Men vit mugu seta okkum fyri at dyrka meira enn mjólk og seyð, um landbúnaðurin skal kunna standa seg í kappingini við lága prísstøðið í londunum rundan um okkum.

Politiska skipanin skal virka fyri, at føroysk framleiðsla fær eitt livigrundarlag og orða greiðar málsetningar fyri landbúnaðin - júst sum vit gera við menning av eitt nú ferðavinnuni.

Sunneva H. Eysturstein
Valevni fyri Framsókn