Føroysk fosturtøka í donskum valstríði

– Eg stilli upp til býráðsvalið í Keypmannahavn fyri Det Konservative Folkeparti. Í hesum sambandi eri eg bjóðað at luttaka í einum kjaki á Radio 24/7 klokkan 17 í dag. Kjakevnið er fosturtøka í Føroyum og um tað skal vera lógligt ella ikki.

 

Tað skrivar føroyska Victoria Voda í Facebookbólkinum hjá teimum sum búgva á Oyrasundskollegiinum í Keypmannahavn.

 

Hon sigur, at tey í kjakinum eisini skulu viðgera, um Fólkatingið skal leggja trýst á Løgtingið fyri at loyva fríari fosturtøku í Føroyum.

 

– Eg eri fyri fríari fosturtøku, men eg haldi ikki, at danska Fólkatingið skal blanda seg í føroysk viðurskifti, skrivar Victoria Voda, og spyr, hvat fólk halda um tað.

 

Konservativi Fólkaflokkurin í Danmark er systurflokkurin hjá Føroyska Fólkaflokkinum

 

Radio 24/7 kann hoyrast beinleiðis á netinum VIÐ AT TRÝSTA HER