Leygardagin bleiv føroyska Jannie Hammershøj vald til at standa á odda fyri IBSA, sum er altjóða felagsskapur fyri blind, ið íðka ítrótt.
Nýggja forkvinnan er 46 ára gomul, ættað úr Sumba, men hevur búð í Danmark síðani hon var stór smágenta. Sjálvt er hon heilt blind og hevur í mong ár íðkað ítrótt á hægsta stigi.
Tað var eitt mótvalevni til forsetavalið í IBSA leygardagin, og tað var ein blindføddur maður úr Canada. Jannie Hammershøj vann við 33 atkvøðum ímóti 6.
Føroyska ÍSB er limur í IBSA, so Føroyar høvdu eisini eitt umboð á fundinum, sum varð hildin í Hvidovre farna vikuskiftið.