Føroyingur vunnið eina millión

– Eg var akkurát komin úr Norðskálatunnilinum og hugsaði, at nú var heilt galið her í morgun. Her var onkur, sum spældi mær eitt puss, sigur hepni vinnarin

 

Føroyingur vunnið eina millión í Varelotteriet: – Hetta er heilt, heilt fantastiskt!

 

Nógv droyma um tað, men tey fæstu uppliva tað. Fríggjadagin tann 10. februar hendi tað ótrúligasta fyri ein føroying úr Eysturoynni, sum vann eina millión skattafríar krónur í Varelotteriet.

 

Maðurin, sum ynskir at vera dulnevndur, koyrdi í bili í arbeiðsørindum, tá hann frætti tey góðu tíðindi. Tað kom dátt við, tá fartelefonin ringdi frá einum donskum nummari, har eitt starvsfólk úr Varelotteriet gav honum boðini, sum vit øll ganga og droyma um: “Tillukku – tú hevur vunnið ein av høvuðsvinningunum í Varelotteriet í dag á 1 millión krónir!”

 

Hvat var tín fyrsti tanki, tá tú fekk nýggheitina?

 

“Eg var akkurát komin úr Norðskálatunnilinum og hugsaði, at nú var heilt galið her í morgun. Her var onkur, sum spældi mær eitt puss.”

 

Starvsfólkið í Varelotteriet dugdi væl at hoyra, at føroyingurin var skeptiskur, og royndi at tryggja honum, at nýggheitin var verulig. Samstundis greiddi hon honum frá, hvussu hann kundi síggja øll vinnaranumrini á heimasíðuni hjá Varelotteriet. Tey avtalaðu síðani, at maðurin fekk eina løtu at summa seg, at hann síðani skuldi ringja aftur seinni, tá hann var klárur.

 

“So mátti eg líka kannað telefonnummarið, tí eg kendi tad ikki, men tad gekk so spakuliga upp fyri mær, at hetta var alvorligt. Eg ringdi beinanvegin til konuna, sum var heima, og hon fór síðani inn á telduna at kanna tað”.

 

Stutt aftaná ringdi hon til Varelotteriet, har tey saman gjøgnumgingi allar neyðugar upplýsingar, og har hon eisini fekk játta hesa góðu nýggheit. Her var ikki tala um fupp – maður hennara hevði vunnið eina millión krónir.

 

Hvussu kennist tað, at hava vunnið eina millión?

 

“Tað er fantastisk – heilt, heilt fantastiskt!”, fortelur maðurin glaður í seinni samrøðu, hann hevur við Varelotteriet.

 

Hevði tú nakrantíð vænta tað?

 

“Nei, man hevur altíð hopa tað. Konan hevur fleiri ferðir sagt ‘Blív nú ikki við øllum hasum tvætlinum við spæli’, men so havi eg sagt við hana ‘Bíða bara. Einaferð verður tað’ – og rætt hevði eg”.

 

Føroyingurin hevur spælt við í Varelotteriet síðani 2010, og ørminnist at hann tilvildarliga royndi Varelotteriet fyrstu ferð, tá hann keypti sín fyrsta lutaseðil:

“Tad er altíð stuttligt at spæla, og eg minnist, at pápi mín altíð spældi – men hann vann ongantíð nakað,” fortelur hann við einum lítlum flenni.

 

Vita tit, hvat skulu pengarnir brúkast uppá?

 

“Nei, tað vita vit ikki heilt enn. Men munnu ikki børnini fara fáa eina gávu? Eg haldi tað,” sigur hann til endans í samrøðuni við einum smíli.

 

136 ára gamalt lottarí við 4 milliónvinningum om mánaðan

 

Varelotteriet bleiv stovna av donskum hondverkarum í 1887 við tí endamáli at stuðla donskum handverki. Vinningarnir í lottarínum vóru frá byrjanni tíð ymiskar hondgjørdar vørur. Tá kundi tú vinna alt frá møblar og silvurlutir til eitt lítið fitt hús uttanfyri Fredericia. Yvirskotið fór til vælgerandi endamál, m.a. til at stuðla handverksfakinum og teimum veiku í samfelagnum.

 

Í dag er tað einans vinningar í reiðum peningi, ið tú kanst vinna í Varelotteriet. Varelotteriet stuðlar framvegis handverksfakinum og landsumfatandi, sosialum og humaiterum endamálum. Teirra millum er Rådet for Sikker Trafik, Blindes Støttefond og Mødrehjælpen.

 

Í Varelotteriet er dráttur tvær ferðir um mánaðan, og í hvørjum drátti eru 2 vinningar á 1 millión krónir uppá spæl umframt 24.643 aðrir vinningar í reiðum peniningi. Næsti dráttur er tann 10. marts, og lutaseðlar kunnu keypast á www.varelotteriet.dk.