U19-liðið hjá FC Midtjylland luttekur í hesum døgum í UEFA Youth League, sum er ungdómsins svar upp á Champions League. Ímillum leikararnar hjá teimum er Jákup Thomsen, sum er uppvaksin í HB, og sum byrjaði inni í álopinum hjá føroyska U21-landsliðnum ímóti Týsklandi.
Fyri trimum vikum síðani spældi FC Midtjylland fyrsta umfar í Play-off, og hendan fyrra dystin ímóti georgiska FC Saburtalo vunnu teir 3-1. Jákup Thomsen byrjaði á beinkinum, men varð innskiftur tá ið 63 minuttir vóru leiktir.
Í gjár var returdystur í Georgia, og hesaferð byrjaði Jákup Thomsen inni. Hann varð útskiftur í 68. minutti. Sambært fleiri livescore-skipanum skoraði føroyingurin 1-0-málið í 2-1-sigrinum (5-2 samanlagt), men tað er ein villa – hann skoraði ikki.
Jákup Thomsen er annars av álvara við at arbeiða seg uppeftir í danska meistarafelagnum. Hann hevur í hesum kappingarárinum fingið fitt av leiktíð á U19-liðnum, sum í landskappingini hevur vunnið fýra av fimm dystum og í løtuni er á 5. plássi.










