Føroyingur úttikin til HM í rógving

Føroyski rógvarin, Sverri Nielsen er úttikin til danska landsliðið í rógving

Miðvingurin, Sverri Nielsen er úttikin til danska landsliðið í rógving, sum skal til HM kapping í Amsterdam frá 24 til 31. August.

 

Tað boðar heimasíðan roning.dk frá í dag.

 

Heimasíðan skrivar at Sverri Nielsen er úttikin til kappingina, ið kallast M1X.

 

Í fjør róði Sverri Nielsen annars við í kappingini, ið kallaðist M2X, sum er ein double kapping, men heimasíðan skrivar at samstarvið millum Sverra Nielsen og Sophus Johannesen, ikki eydnaðist so væl sum tey frammanundan høvdu vónað. Tí hevur Sverri fingið møguleikan at rógva einsamallur í ár, í tí flokkinum sum kallast M1X.