Ein av donsku luttakarunum í EM í skeetskjóting fyri juniorar, sum verður í Slovenia seinni í vikuni, er hálvi føroyingurin Emil Kjeldgaard Petersen.
Kappingin verður frá 17. til 23. juli, og danir hava góðar vónir at taka heiðursmerki, bæði sum lið og sum einstaklingar.