Føroyingur tikin fyri dráp í Keypmannahavn

Hann ringdi sjálvur eftir løgregluni

Ein føroyingur í tríatiárunum er í dag handtikin fyri dráp í Keypmannahavn, eftir at hava stungið eina javnaldrandi kvinnu til deyðis.

Danskir miðlar skriva, at maðurin ringdi sjálvur til løgregluna og greiddi frá, at hann hevði stungið kvinnuna og at hann var bangin fyri at hann hevði dripið hana.

- Eg havi stungið konu mína og eg eri bangin fyri, eg havi dripið hana, boðaði hann løgregluni frá, tá ið hann ringdi.

 

Sjúkrabilur og løgregla fóru á staðið, men lívið á kvinnuni, sum varð stungin fleiri ferðir, stóð ikki til at bjarga.

Løgreglan sigur við danskar miðlar, at tey hava funnið knívin, sum tey halda er morðvápnið, men tey vita ikki, hví maðurin stakk kvinnuna.

 

Sambært miðlunum vóru tey flutt frá hvørjum, ella í øllum førum við at fara frá hvørjum øðrum, men høvdu verið saman á jólum og nýggjárinum.

Maðurin, sum løgreglan sigur, er rættiliga illa fyri sálarliga eftir drápið, er nú í varðhaldi og verður førdur fyri rættin í morgin.