Føroyingur sterkastur við junior DM

Niels Áki Mørk vann í gjár Danmarksmeistarastevnuna í veklyfting fyri juniorar. Hann vann bæði gull í 67 kilo vektklassanum og kappingina um sinclair-stig, har ið úrslitini í øllum vektklassunum verða roknað saman í ein bólk.

Ungi havnarmaðurin var einsamallur í sínum vektklassa, so tað gullið var rímiliga trygt, tí hann skuldi fyrst og fremst tryggja sær, at eitt góðkent lyft í hvørjari av teimum báðum greinunum, trekk og stoyt.

 

Men harumframt fór hann eftir at lyfta upp til sítt besta og setti tá bæði føroyskt og persónligt met í trekk, stoyt og samanlagt. Vinnaralyftini hjá Niels Áka vóru 85 kilo í trekk og 105 kilo í stoyt. Samanlagt 190 kilo.

 

Fyri tveimum vikum síðani luttók 19 ára gamli nýkosni junior danmarksmeistarin, sum eisini er junior komandi ár, saman við seks øðrum føroyingum í senior DM. Tá vann hann eitt silvurheiðursmerki.

 

Niels Áki kappast í Danmark fyri danska felagið AK Atlas, men býr og venur í Føroyum, har hann er partur af Styrkifelagi Føroya, ið er landsdekkandi felag fyri fleiri styrkiítróttir. Frank Petersen, venjari í AK Atlas og hjá danska kvinnulandsliðnum, venur føroyingarnar.   

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##