Føroyingur noktar seg sekan í drápi

Enn er ógreitt, hví ein føroyingur drap konu sína í gjár

Føroyingurin, sum varð handtikin fyri at hava dripið konu sína í Keypmannahavn í gjár, noktar seg sekan.

Grundlógaravhoyring hevur verið í morgun og BT og Ekstrablaðið skriva, at maðurin noktar seg sekan í drápi og at hann annars ikki var sinnaður at greiða frá hendingini.

Tað var í gjár, at ein maður í tríatiárunum varð handtikin í Keypmannahavn fyri at hava dripið konu sína við at stinga hana fleiri ferðir við knívi.

Maðurin var førdur fyri rættin í morgun, men har noktaði hann seg sekan í drápi og tað kom heldur einki fram um, hví kvinnan varð dripin í eini íbúð í Keypmannahavn.

 

Les eisini: Føroyingur tikin fyri dráp í Keypmannahavn

 

Løgreglan metir annars at maðurin er tann seki, tí hann ringdi sjálvur til løgregluna og boðaði frá, at hann hevði stungið konu sína við knívi og hann helt, at hann hevði dripið hana.

Løgreglan fann eisini ein knív, sum teir meta er drápsvápnið.

Dómarin varðhaldsfongslaði mannin í fýra vikur og hesa tíðina skal løgreglan brúka at greina málið.