Føroyski tónleikarin, Brýnjolfur á Heygum, kann verða ársins stjørnuskot hjá Politiken.
Danska blaðið, Politiken, leitar eftir ársins tónlistarliga stjørnuskoti og í tí sambandi ber til at fara heimasíðuna hjá politiken at atkvøða fyri einum av teimum, sum eru í uppskoti.
Fimm tónleikarar og einstaklingar eru tilnevndir og ein av teimum er føroyski Brynjolfur á Heygum.
Vinnarin verður kunngjørdur tann 9. apríl, og tann, sum vinnur heiðurin, sleppur eisini at spæla á ársins Smukfest tónleikastevnuni í Skanderborg.
Brynjolfur er farin frá at vera ein dj burtur av til at verða ein tónlistarligur einmansherur, sigur Politiken.
Blaðið gevur honum tað skoðsmál, at hann verður eitt alsamt kendari navn og í fjør spældi hann bæði á Roskilde festivalinum og í konserthúsinum hjá DR.










