Tá vinnarin av vakurleikakappingini Queen of Scandinavia verður kosin í Danmark í annaðkvøld, verður tað møguliga ein føroyingur, ið vinnur.
Føroyska Sonja Davidsen, sum er 17 ára gomul og úr Miðvági, er saman við 19 øðrum ungum kvinnum útvald at vera við í kappingini.
Finalan í kappingin, sum eisini verður nevnd Miss Popularity, fer fram í annaðkvøld á First Hotel Copenhagen.
Hvørt ár skipa fólkini handan kappingina fyri sokallaðum upptøkuroyndum ymsastaðni í Danmark. Tá upptøkuroyndirnar eru lidnar, verða 20 gentur valdar til at luttaka í kappingini.
Í finaluni verða fýra vinnarar funnir, sum síðani sleppa víðari til eina altjóða vakurleikakapping.
Við heimasíðuna hjá felagnum, sum stendur fyri kappingini, sigur føroyska Sonja Davidsen, at hon, heldur, at hon eigur at vinna, tí hon hevur nakað heilt serligt at bjóða og veruliga brennur fyri hesum.
Til ber at lesa meira um kappingini, um Sonju Davidsen og atkvøða fyri henni her









