Føroyingur fingið plátusáttmála í Týsklandi

Finski rockbólkurin Barren Earth, sum hevur føroyskan sangara, hevur fingið sáttmála við altjóða plátufelag í Týsklandi

Í dag er kunngjørt, at finski tungmálmsbólkurin Barren Earth hevur fingið sáttmála við týska plátufelagið Century Media Records, ið eisini hevur skrivstovur í Bretlandi og USA.

Tað, sum er serliga spennandi fyri føroyingar er, at sangarin í Barren Earth er føroyingur. Jón Aldará av Norðoyri, sum er sangari í Hamferð, kom fyri einum góðum ári síðani upp í finska bólkin.

- Mitt í einum longum, myrkum og køldum vetri í Finlandi er einki mark fyri, hvussu glaðir vit eru í dag. Framtíðin sær sera bjørt út, sigur bólkurin í einari fráboðan um plátusáttmálan.

Jens Prüter, sum er leiðari fyri Century Media Europe sigur, at Hamferð er ein av best og mest lovandi bólkunum innan sína tónleikasjangru.