23 ára gamli Jákup Kristoffur Sørensen, vanliga nevndur Kris, beatboxaði í kvøld fyri yvir 4000 fólkum. Hoyr videobrotið her.
Tá ið ein beatboxar ger ein ymiskar musikalskar rútmur, við bert at nýta munnin sum ljóðføri.
Kris er í hesum døgum á legu á Teenstreet í Týsklandi, saman við gott 4000 fólkum, og á kvøldmøtinum har í kvøld, beatboxaði hann á tí stórapallinum.
Kris er ein sera dugnaligur beatboxari, og umframt at verða við sum leiðari á leguni, hevur hann eisini eina beatbox workshop, har hann undirvísir ungdómum úr øllum heiminum í beatboxing.
Kris er av Viðareiði, og hevur sjálvur lært seg at beatboxa við millum annað at hyggja eftir ymiskum klippum á Youtube. Seinastu árini hevur hann framført ymsastaðni í Føroyum, men hetta er fyrstu fer at hann hevur víst síni kynstur fyri einari so stórari fjøld.
- Tað var eitt ótrúliga stórt upplivilsi at beatboxa frammanfyri so nógvum fólkum, og øll fjøldin var orduliga við uppá tað, og tað tók allar nervarnir burtur, sigur Kris.
Hoyr Kris beatboxa á Teenstreet við at trýsta á her.