Føroyingauppgerð á TV3 Sport 1 í kvøld

Danska ítróttarrásin vísir dystin millum Vendsyssel FF og Vejle í kvøld klokkan 19.20

Føroyskir sjónvarpshyggjarar, sum hava atgongd til Viasat rásirnar hava møguleikan at síggja eina veruliga føroyinga-uppgerð í næstbestu donsku fótbóltsdeildini á ítróttarrásini TV3 Sport 1, sum vísir dystin millum Vendsyssel FF, sum hevur Hall Hansson og René S. Joensen í hópinum, og Vejle BK, sum hevur Viljorm Davidsen og Jóan Símun Edmundsson í hópinum.

 

Dysturin byrjar klokkan 19.30, og sendingin á TV3 Sport 1 byrjar klokkan 19.20 í kvøld. 

 

Allir teir fýra føroysku landsliðsspælararnir eru kunngjørdir at verða við hópunum hjá Vendsyssel og Vejle, og so er bara at vóna, at allir fýra byrja inni.

 

Talan er um eina veruliga oddauppgerð, tí Vendsyssel FF er nummar tvey í deildini við 25 stigum, meðan Vejle BK er nummar trý við 21 stigum. Hetta kappingarárið flyta trý tey ovastu liðini í næstbestu fótbóltsdeildini upp í superliguna.