Í kvøld verður stóra X-Factor finalan, har tveir triðingar av finalistunum eru føroyingar - toftamaðurin Kári Fossdalsá og Tina Mellemgaard úr Hoyvík.
Og tað verður lagt upp til eitt ordans brak í kvøld, tí teir tríggir finalistarnir skulu syngja heilar tríggjar sangir í part. Harav skulu tey øll trý syngja eina duett saman við einum kendum donskum tónleikara, avdúkar TV2 í morgun.
Tina Mellemgaard skal fyrst syngja stóra hititð hjá pop-drotningini Beyoncé, "Love on Top". Eitt lag, sum dómari hennara Kwamie Liv hevur valt. Eftir hetta skal hon syngja duett við donsku Søs Fenger. Tað verða sangirnir "Du er" og "Den jeg elsker, elsker jeg". Um Tina kemur víðari, so skal hon syngja sín vinnara sang "Alting starter med en gnist", sum hon sjálv hevur verið við til at skriva.
Hin føroyingurin, Kári Fossdalsá, skal syngja eitt sera kent lag, sum var nógv at hoyra fyri nøkrum fáum árum síðani. Talan er um "Happy" við Pharrell Williams. Eftir hetta skal hann syngja duett við danska bólkinum Jonah Blacksmith. Tað verða sangirnir "Daughter of Jonah" og "House On Fire". Kemur Kári víðari, skal hann syngja sín vinnarasang "Believer", sum hann eisini sjálvur hevur verið við til at gjørt.
Triði finalisturin er ungi danin Mads Molt, sum má sigast at vera stórfavorittur at fara við øllum. Hann skal fyrst syngja "See You Again" eftir Tyler, the Creator feat. Kali Uchis. Ein sangur, sum dómari hansara Thomas Blachmann hevur valt. Síðani skal hann syngja duett við populera Andreas Odbjerg í sangunum "Føler mig selv 100" og "Hjem fra Fabrikken". Kemur Mads Molt víðari, skal hann syngja sín vinnarasang "Clingy", sum hann hevur verið við til at skriva og framleitt.
In.fo verður á staðnum til X-Factor í kvøld, áðrenn og eftir finaluna.