Føroyingarnir skoraðu 17 mál fyri Viking sum er næstfremst nú

Jónas G. Djurhuus var valdur at vera besti maður á vøllinum, og Tróndur Mikkelsen gjørdist aftur toppskjútti

Tróndur Mikkelsen gjørdist toppskjútti við níggju málum, Jónas G. Djurhuus skoraði fimm mál, og var valdur at vera besti maður á vøllinum, og Helgi H. Hoydal skoraði trý mál tá lið teirra, Viking Stavanger á heimavølli vann 29-26 á Viking TIF. 

 

Føroyingarnir hjá Viking skoraðu sostatt 17 av 29 málum. 

 

Í steðginum var Viking á odda 15-13.

 

Sigurin merkir, at Viking nú er næstfremst í næstbestu norsku hondbóltsdeildini við 21 stigum, eitt stig frammanfyri júst Viking TIF sum teir vunnu á í kvøld.

 

Sandnes er oddalið við 26 stigum. Teir hava fimm stig meira enn Viking Stavanger. 

 

13. mars spælir Viking móti Falk á útivølli.