Tvey tey fyrstu umførini í NM í talvi fyri børn og unglingar hava verið í dag í Billund. Í fyrra umfarinum gekk tað ikki væl hjá føroyingunum, men í seinna umfarinum gekk tað munandi betri.
Einasta úrtøkan í fyrsta umfari var tann hjá Rúna Tindskarð Jacobsen, sum í bólkinum fyri tey, ið eru fødd 1994-1996 megnaði javnleik ímóti Stian Johansen úr Noregi. Allir hinir níggju førysku telvararnir taptu.
Ivaleyst var størsta vónbrotið, at Høgni Egilstoft Nielsen í bólkinum 1997-1998 tapti ímóti finska Eero Valkama. Styrkistalið hjá Høgna er 2141, og tað hjá finska mótstøðumanninum er 1993.
Seinnapartin gekk tað betri hjá føroyingunum, sum drógu 4 ½ stig í reiðrið.
Eftir vónbrotið í morgun svaraði Høgni Egilstoft Nielsen aftur við at vinna á Henrik Øie Løbersli úr Noregi. Í sama bólki megnaði Silas Eyðsteinsson remis ímóti Jens Albert Ramsdal úr Danmark.
Í 1994-1996 bólkinum taptu bæði Rúni Tindskarð Jacpobsen og Karl Marius Fahl.
Í 1999-2000 bólkinum vann Eli W. Finsson á Henri Lahdelma úr Finlandi, og Bjarki Bertholdsen tapti ímóti svenska Alfons Emmoth.
Í 2001-2002 bólkinum telvaði Janus Skaale remis ímóti svenska Santiago Grueso Gordoba, og Ragnar Weihe tapti ímóti íslendska Felix Steinthorsson.
Í 2003- bólkinum vann Jón í Horni Nielsen á svenska Emil Reimegård, og tað endaåði remis millum Leif Reinert Fjallheim og finska Mariela Ebeling.
Í morgin eru tvey umfør á skránni. Tað fyrra klokkan 8.30 og tað seinna klokkan 18.
Kappingin endar sunnudagin, tá ið tvey tey síðstu umførini eru á skránni.