Tað verður seinni í ár, at føroyskir myndugleikar skulu yvirtaka málsøki, útlendingamál, frá donskum myndugleikum.
Tað staðfestir Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingamálum.
Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, um ætlanin er at yvirtaka útlendingamál og marknaðeftirlit í ár.
Hon heldur, at tað hevur týdning, eisini í royndunum at forða Sea Shepherd, og øðrum umhvørvisfelagsskapum, at koma higar at gera seg inn á grindadráp
Poul Michelsen staðfestir, at ætlanin er, at útlendingamál verða yvirtikin í ár.
Hann sigur, at í november varð avtala gjørd við avvarðandi danska ráðharran, Inger Støjberg, um at fara undir arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna av útlendingaøkinum.
- Í avtaluni binda partarnir seg til at raðfesta arbeiðið við yvirtøkuni, og miðað verður eftir, at samráðingarnar verða lidnar í fyrra hálvári ár, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at Uppi í hesum fyrireikingum, er eisini at fáa eina semju í lag við Schengen-myndugleikarnar í Brússel. Shengen er avtalan um marknaðeftirlit í Evropa.
Í løtuni verður samráðst á embætisstigi.
Men Poul Michelsen ásannar, at Schengenskipanin er undir stórum trýsti í løtuni í sambandi við tilflytarar og flóttafólk.
- Hvussu viðurskiftini hátta seg komandi mánaðirnar við Schengen, kann fáa stóra ávirkan á, hvussu útlendingamál verða yvirtikin, og harvið eisini tíðarætlanina, sigur Poul Michelsen
- Men um útlendingamál verða yvirtikin, er í síðsta enda ein spurningur um politiska viljan hjá Løgtinginum, leggur hann afturat.