Føroyingar vrakaðir í størstu verkætlan í søguni

Føroyskir ráðgevarar sleppa ikki upp í part, nú størsta byggiverkætlan í søguni, skal gerast

- Tað er ógvuliga harmiligt, at føroyskir ráðgevarar verða settir til viks, nú Føroya størsta byggiverkætlan skal gerast.

 

Tað sigur Ráðgevarafelagið nú í eini almennari áheitan á politisku flokkarnar.

 

Felagið sigur, at tey hava fingið váttað frá nevndarformanninum og stjóranum í felagnum, sum skal gera Eysturtunnilin og Sandoyartunlum, at avgerð er tikin um at taka samband upp við eitt norskt ráðgevarafelag í sambandi við projekteringina av báðum tunlunum.

 

- Tað kemur sera dátt kemur ið, at nú enn stór verkætlan skal av bakkastokki, tykist automatiska hugsanin at vera, at útlendsk feløg skulu takast fram um føroysk feløg.

 

- Ráðgevarafelagið heldur hetta er ein diskvalifisering og ein stigvís niðurlaðing av ráðgevaravinnuni.

 

Felagið sigur at føroyingur førir fyri at gera 90 -95 prosent av arbeiðnum og tað sindri sum manglar, er skjótt at útvega uttanlands.

 

Ongin føroysk vinna livir av at eta molarnar, sum útlendsk feløg havna, sigur Ráðgevarafelagið.

 

Trýst HER og les alla áheitanina frá Ráðgevarafelagnum á politisku flokkarnar