Føroyingar vilja ikki lóggeva páparnar heim

72% av spurdu kvinnunum, og 75% av spurdu monnunum halda ikki, at barnsburðarfarloyvið við lóg skal býtast javnt millum mammur og pápar.

Spurnakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Vikuskiftis Sosialin vísur, at stórur meiriluti av kvinnum og monnum eru á einum máli um, at landið ikki skal lóggeva páparnar heim í barnsburðarfarloyvi. 72% av spurdu kvinnunum, og 75% av spurdu monnunum halda ikki, at barnsburðarfarloyvið við lóg skal býtast javnt millum mammur og pápar.

 

Samstundis er stórur meiriluti fyri, at foreldur skulu fáa møguleika fyri at vera longur heima. 94% av spurdu kvinnunum, og 82% av spurdu monnunum halda, at foreldur skuldu fingið møguleikan at verið longri heima við børnunum.

 

Úrslitið á kanningini er grundað á svar frá 300 føroyingum kring alt landið, úr aldrinum 15 til 80 ár.

 

Sí meira um barnsburðarfarloyvi í temasíðunum í Vikuskiftis Sosialinum, sum kom á gøturnar í kvøld.