Føroyingar útskiftir í tapi

Tað gekk ikki eftir vild hjá Vendsyssel FF í dag.

Hallur Hansson og Brandur Hendriksson vóru báðir við í byrjunaruppstillingini hjá Vendsyssel FF, sum í ársins fyrsta dysti í dag var á vitjan hjá HB Køge.


Tað gekst illa við at spæla seg til málmøguleikar í fyrra hálvleiki, og fýra minuttir fyri hálvleikssteðgin legði HB Køge seg á odda við máli frá Rasmusi Nielsen.


Støðan helt sær í seinna hálvleiki, og tað merkti, at Vendsyssel FF mátti leggja rygg til eitt 1-0-tap. Hetta var bara triðju ferð í teimum 19 dystunum í ár, at Vendsyssel FF tapti.


Hallur Hansson varð útskiftur í hálvleikssteðginum, meðan Brandur Hendriksson, sum hevði fingið gula kortið fyri kjaftaslit, varð útskiftur góðar tíggju minuttir fyri leiklok.


René S. Joensen sat á beinkinum allan dystin, meðan fjórði føroyingurin í felagnum, Meinhard E. Olsen, ikki var við í hópinum.


Vendsyssel FF er á øðrum plássi í næstbestu donsku deildini, fimm stig aftanfyri oddaliðið Lyngby og seks stig frammanfyri Vejle á fjórða plássið. Trý tey fremstu flyta upp í Superliguna.