Føroyingar til HM í bogaskjóting

Bogaskjóting: Tríggir føroyingar eru við til HM í South Dakota

HM í bogaskjóting - World Archery Championships - verður hesa vikuna skotið í Yankton, South Dakota, USA. Føroyar hava tríggjar compound skjúttar, ið luttaka í kappingini. Teir eru Nikkel Petersen, Kaj Johannesen og Jóannes Poulsen. Teir luttaka í bólkinum compound menn, har í alt 88 skjúttar eru.

 

Kappingini verður hildin á heimsins stórsta skjótisentri, NFAA Easton Archery Center. Skráðin fyri kappingardagarnar er hendan:

 

20 sept. – Official practis

 

21 sept. – Innleiðandi umfarð

 

22 sept. – Lið finalur

 

23 sept. – Finalur

 

24 sept. – Finalur

 

25 sept. – Compound finalur (¼ finalur – ½ finalur – bronsufinala og gullfinala)

 

26 sept. – Recurve finalur (¼ finalur – ½ finalur – bronsufinala og gullfinala)

 

##med2##