- Føroyingar snýttu illa

Tað heldur ein snópin venjari hjá grikska landsliðnum eftir eyðmýkjandi tapið á Tórsvølli.

Tað var ein harmur venjari hjá grikska landsliðnum, sum leygarkvøldið tapti 2-1 ímóti Føroyum á Tórsvølli. Sergio Markarián, sum er úr Urugay, og sum tók við eftir at Claudio Ranieri varð koyrdur, helt, at føroyingar snýttu illa.


- Føroyingar stríddust sera væl. Men teir dugdu eisini væl at filma, snýta og drála tíðina út. Eg veit ikki hvussu teir hava lært tað, men tað dugdu teir heilt væl. Men eg vil kortini ynskja Føroyum til lukku við sigrinum, segði hann á tíðindafundinum eftir dystin.


Samrøður við FSF-aðalskrivaran, grikskan tíðindamann og mong, mong onnur eru at lesa í Sosialinum fyri í dag.