Ísland „Got Talent“ bjóðar føroyingum at vera við í kappingini, sum verður á send á støð 2.
– Tekning til kappingina Ísland Got Talent er í gongd nú hjá íslendsku sjónvarpsrásini Stöð 2, og í ár er ein serlig broyting komin í, at frændur og grannar okkara úr Føroyum og Grønlandi eru bodnir at vera við í kappingini.
Soleiðis skrivar støðin í tíðindaskrivi.
Tey sum hava áhuga í at vera við kunnu tekna seg til kappingina við at fara inn á slóðina stod2.is/talent.
Teir luttakarar, sum ikki kunnu møta upp til upptøkuroyndina sum verður í Íslandi dagarnar 20. og 21. september, kunnu senda eitt sjónband við upptøku av sínum innleggi til talent@stod2.is <mailto:talent(at)stod2.is> og eru soleiðis við í kappingini.
Ein serstøk dómsnevnd fer at hyggja øll sjónbondini ígjøgnum og velur tey innsløg sum fara víðari í kappingini og tá mugu viðkomandi luttakarar møta upp til eina upptøkuroynd í Reykjavík í oktober. Teir luttakarar sum verða valdir og sum ikki eru búsitandi í Reykjavík, t.e. føroyingar og grønlendingar, fáa eina flogferð og uppihald í Reykjavík teir dagarnar sum upptøkuroyndirnar eru.
Nærri upplýsingar gevur Ragnhildur Ragnarsdóttir hjá Rvk Studios við at senda ein fyrispurning til ragga@rvkstudios.is <mailto:ragga(at)rvkstudios.is> .









