Føroyingar skulu lata neyðhjálp til Vanuatu

Talan um eina ta ringastu náttúruvanlukku, vit vita um og tað skuldi ikki verið ringt hjá føroyingum at sett seg inn í støðuna

Føroyingar eiga at lata neyðhjálp til Vanuatu.

Tað heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður og floksformaður fyri Tjóðveldi og tí heitir hann nú á løgmann, og á Karsten Hansen, landsstýrismann um at senda neyðhjálp til oyggjalandið í Kyrrahavi, Eystanfyri Avstralia.

 

Han vísir á, at fyri nøkrum døgum síðani varð Vanuatu rakt av eini ógvusligari náttúruvanlukku, har ein ódn legði næsan alt landið í oyði.


- Fólk hava latið lív og meginparturin av tjóðini er vorðin heimleys. Upp í 90% av húsunum í høvuðsstaðnum eru burtur, og alt undirstøðukervið er í sorli.


Í Vanuatu, sum gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1980, búgva góð 200.000 fólk. Talan er um eitt oyggjasamfelag við 85 oyggjum, har fólk býr á 65 oyggjum.

 

Landaøkið er tilsamans góðar 4.700 ferkilometrar, ella á leið tríggjar ferðir størri enn Føroyar.


Lutfalsliga, eftir stødd og fólkatali, er talan um eina ta størstu náttúruvanlukku fyri eina tjóð yvirhøvur, sum vit vita um, sigur Høgni Hoydal.

Hann sigur, at tað eigur ikki at vera ringt hjá okkum í Føroyum at skilja, hvussu út av lagi ring støðan er hjá fólkinum og myndugleikunum í Vanuatu, og hvussu stórur tørvur er á hjálp, Tí heitir hann nú á landsstýrið um at syrgja fyri, at vit senda hjálp hagar.