Føroyingar kunnu saktans bjóða seg fram at taka við formansskapinum í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, og núverandi tingmaður fyri Samabandsflokkin – og formaður floksins í nakrar dagar afturat.
Hann vakti ans í summar, tá ið hann mælti til, at føroyingar bjóðaðu seg fram at taka við leiðsluni í FIFA.
Tað gjørdi hann eftir hurlivasan í kjalarvørrinum á muturgølunum í FIFA.
Tá heitti hann beinleiðis á føroyska fótbóltssambandi um at bjóða seg fram at tað við valdinum í FIFA.
Les eisini: Føroyingar skal vera formaður í FIFA
Men tað var ikki eitt uppskot, formaðurin í Fótbóltssambandinum helt nógv um
Les eisini: Uppskotið hjá løgmanni er veruleikafjart
Síðani eru gølurnar bara vernsaðar, og nú endurtekur fyrrverandi løgmaður boðskapin.
Tá ið vit bjóðaðu okkum fram í altjóða fótbólti vóru sera nógv sum ikki trúðu uppá tað, men nú eru øll við, staðfestir hann á Facebook
Hann endurtekur, at tað er hansara sannføring at vit saktans kunnu bjóða okkum fram at stjórna FIFA.
- Vit hava eina atkvøðu, tað hava hini eisini og her kunnu vit verða samd um at vit eru javnbjóðis við fullum og heilum limaskapi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.