Føroyingar skuldu ikki spyrjast áðrenn Danmark fer í kríggj

Tað er óneyðugt at ráðføra seg við Føroyingar, áðrenn danir gjørdu av at fara í kríggj í Sýria.

Tað hevur danski uttanríkisráðharrin, Kristian Jensen, nú staðfest.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur spurt hann um tað ikki er brot á Fámjinsskjalið at Danmark nú fer í kríggj í Sýria.

 

Fámjinsskjalið er ein avtala ímillum Føroyar og Danmark, har danska stjórnin skal ráðføra seg við føroyingar í øllum týðandi uttanríkispolitiskum málum.

 

Men Kristian Jensen, sigur, at danska stjórnin skal bara spyrja Føroyar í málum, sum hava serligan týdning fyri Føroyar.

 

Sostatt er ikki neyðugt hjá donsku stjórnini at ráðføra seg við Føroyar í málum, sum hava sama almenna týdning fyri alt ríkið. Tí er Fámjinsskjalið ikki brotið, sigur hann.

 

Hann sigur kortini, at sama dag, sum ráðførsla var í uttanríkispolitiska nevndini í Danmark, varð Uttanríkis- og vinnumálaráðið í Føroyum kunnað, og tað sama vóru grønlendskir myndugleikar.