Neyðin úti í heimi er stór, og tørvurin á neyðhjálp er alstórur. Tað sigur Reyði Krossur í Føroyum og tískil hevur felagsskapurin nú gjørt av, at lata eina millión krónur til ymisk hjálpartiltøk kring heimin.
Reyði Krossur sigur, at 300.000 krónur fara til at tryggja betri atgongd til koronukoppsetingar, har tað ikki er so lætt. Heilar 81.000 krónur av hesi upphæddini koma frá privatfólkum í sambandi við átakið, sum nevndist, Øll hava rætt til koppseting. Í hesum sambandi sendir Reyði Krossur eina serliga tøkk til børnini á skúlanum á Argjahamri, sum savnaðu heilar 31.000 krónur.
Helvtin av teimum 300.000 krónunum verða lætnar Bangladesh og hin helvtin verða lætnar Kenya, ið eru ímillum tey londini í heiminum, sum eru harðast rakt av koronu.
Her arbeiðir Reyði Krossur, saman við landsins myndugleikum, við at samskipa og tryggja at koronukoppsetingarevnið verður býtt rættvís ímillum fólk, so tað er til gagns har neyðin er størst, og felagsskapurin ger eisini eitt arbeiði fyri at kunna og vegleiða um koppsetingar.
Reyði Krossur sigur, at 200.000 krónur vera latnar í vanlukkuhjálp á Haiti, har stórur tørvur er á hjálp eftir ógvusliga jarðskjálvtan 14. august.
Yvir tvey túsund fólk lótu lív í jarðskjálvtanum, yvir tíggju túsund fólk vórðu særd og fleiri hundratúsund hús og heim eru slættað við jørðina. Nógv fólk eru framvegis saknað, og Reyði Krossur arbeiðir áhaldandi við at finna horvnar familjulimir, umframt fyri at veita heilsu- og reinføristænastur, eins og mat og drekka, skjól og verju.
Samstundis verða 500.000 krónur lætnar til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi og Reyða Hálvmánað í Afghanistan, har fólk í túsundatali hava verið noydd at flýggja frá húsi og heimi.
Ótrygga støðan hevur havt álvarsamar menniskjansligar avleiðingar, og stórur tørvur er á hjálpartænastum frá Reyða Krossi, eisini á heilsutænastum, mati og drekka, umframt sálarligum stuðli, serliga til børn og ung, sigur felagsskapurin.