Føroyingar mugu rudda upp eftir sær

Føroyingar hava ábyrgd av at Føroyingahavnin forfellur og skemmir náttúruna, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður.

Undir vitjanini í Føroyum hava Kim Kielsen, landsstýrisformaður, og Aksel V. Johannesen, millum annað avgjørt at taka samstarvsavtaluna millum londini bæði upp aftur.

 

Tað vóru Hans Enoksen og Jóannes Eidesgaard, sum undirskrivaðu avtaluna í 2007, men synd er at siga, at hon hevur verið nógv brúkt síðani. 

- Hendan avtalan skal brúkast. Verður hon ikki tað, so er alt hetta spill av tíð, sigur Kim Kielsen.

 

Í Sosialinum í dag nýtir Kim Kielsen høvi at minna føroyingar á eina uppgávu í Grønlandi, sum føroyingar ikki hava loyst enn.

- Føroyingar hava fiskað nógv í Grønlandi, eisini róð út. Har standa nógvar toftir eftir enn, sum grønlendingar eru farnir at ilskast inn á. Hetta mugu vit fáa rudda burtur, sigur hann.

 

Hann nevnir serliga Føroyingahavnina, har fleiri bygningar framvegis standa. Teir eru í ringum standi og skemma náttúruna.

 

Eisini aðrastaðni standa leivdir eftir skúrum, sum føroyingar hava brúkt, tá ið teir róðu út við bátum í Grønlandi.

- Hetta er ein uppgáva, sum vit mugu fáa loysta sum skjótast, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin.

 

Les meiri um vitjanina hjá Kim Kielsen í mánadagssosialinum.