Føroyingar lata væl at heilsuni

Føroyingar halda sjálvir, at teir hava góða heilsu - og tað er lítil munur á aldursbólkunum

Føroyingar lata væl at síni egnu heilsustøðu.

Tað vísir ein kanning, Gallup hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið.

Ein spurningur í kanningini var, hvussu fólk sjálvi mettu at teirra heilsutøða var eftir aldrinum.

Í hesum sambandi skuldu tey seta eitt tal á heilsustøðuna, har 1 var sera vánalig heilsa og 10 var framúr góð heilsa.

Og  føroyingar endaðu á 7,5, sum er mitt ímillum miðal góða og framúr góða heilsu.

 

Kanningin vísir eisini, at tað er rættiliga lítil munur á, hvussu fólk í teimum ymsu aldursbólkunum lata at síni heilsu eftir aldrinum.

Men tey, sum lata ringast at, eru tey blaðungu, frá 15-24 ár, tí tey seta 7,3 á sína heilsustøðu.

Tey, sum lata best at, eru tey í bestu árum, tey frá 25-39 ár, sum seta 7,7 á sína heilsustøðu.

Allir hinir aldursbólkarnir eru so ímillum har.

 

Leggjast kann afturat, at konufólk halda seg liva eitt pinkalítið sindur betri enn mannfólk.

 

Kanningin vísir eisini, at føroyingar halda seg sjálvi liva betri enn hini gera. Tá ið fólk vórðu biðin um at seta tal á, hvussu tey hildu, at føroyingar høvdu tað sum heild, endaðu teir á 6,5, sum er eitt sindur yvir miðal.

 

Eisini her er býtið ímillum aldursbólkarnar rættiliga javnt, Tó halda fólk, at tað eru tey blaðungu, sum hava tað ringast, tí tey endaðu á 6,2.

Men samstundis halda tey, at pensjónistarnir liva best eftir aldrinum, tí tá ið fólk vórðu biðin um at seta tal á heilsustøðuna hjá pensjónistum, endaðu tey á 6,6.