Fyrstu sjey mánaðirnar í ár, er innflutningurin til Føroya heldur minni enn hann var fyrstu sjey mánaðirnar í fjør.
Tað vísir ein uppgerð hjá hagtsovuni.
Tá ið uppgerðin fyri fyrra hálvár vórðu tøk, vísti hon, at innflutningurin í ár var væl størri, enn hann var í sama tíðarskeiði í fjør.
Men nú tølini fyri juli mánað verða løgd aftrat, broytist myndin nakað, og tilsamans er innflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar í ár eitt prosent minni enn hann var fyrstu sjey mánaðir í fjør.
Tá eru skip og flogfør ikki tald við.
Tá ið innflutningin til vanliga húsarhaldsnýtslu varð gjørdur upp fyri fyrra hálvár í ár, aftur ímóti í fjør, vísti tað seg, at innflutningurin í ár var sjey prosent størri enn í fjør.
Hagstovan sigur, at her gjørdi tað serliga seg galdandi, at munandi meir varð innflutt í juni í ár enn í juni í fjør.
- Men fyri juli mánað er myndin tann øvugta, tí í juli í ár er munandi minni innflutt enn í juli í fjør.
Tilsamans vísir uppgerðin í tíðini frá januar til juli, er innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, vaksin 4 prosent.
Men sum tað sæst á talvuni, er rættiliga stórur munur á, hvussu innflutningurin er av ymsum vørubólkum. Innflutningurin av bilum er vaksin 29 prosent, men innflutningurin av maskinum og amboðum er minkaður 19 prosent.










