Fyribils er talan um royndarfiskiskap hjá norðmonnum. Norska kvotan er góð 30 tons, og myndugleikarnir hava gjørt av at lata eitt nótaskip sleppa at fiska kvotuna í ár.
Veiðitíðin verður frá 25. juni til 31. oktober, tí í hesum tíðarskeiðinum plagar makrelstyrja at vera í norskum sjógvi, sigur Havrannsóknarstovnurin í Bergen.
Fiskifrøðingarnir halda, at makrelstyrjustovnurin er ikki meiri enn 30 prosent av tí, sum hann var, men hinvegin eru fleiri tekin um, at stovnurin er í vøkstri. Eitt nú eru fleiri stórar makrelstyrjur sæddar í Norskahavinum tey seinastu árini.
Eingin áhugi
Tað er fiskiveiðifelagsskapurin ICCAT, sum umsitur fiskiskapin eftir makrelstyrju. Føroyar eru ikki limur í felagsskapinum og hava onga kvotu. Føroyar høvdu eygleiðarastøðu har til aldarskiftið, men av tí at áhugin fyri tunfiskiskapi í føroyskum sjógvi minkaði burtur í einki, steðgaði føroyska luttøkan í ICCAT.
Føroyskir myndugleikar hava áður loyvt útlendskum skipum at royna eftir tunfiski í føroyskum sjógvi, og føroysk skip hava fiskað í altjóða sjógvi. Men tey seinastu árini hevur eingin áhugi verið fyri hesum fiskiskapinum, sigur Andras Kristiansen, deildarstjóri í fiskimálaráðnum.
Ísland og Noreg hildu fram í ICCAT-samstarvinum og hava loyvi at fiska smá 31 tons av makrelstyrju í part í ár.
35.000 krónur kilo
Makrelstyrja verður seld fesk ella fryst, og 40 prosent enda í Japan, har fiskurin verður brúktur sum rávøra í sushi og sashimi.
Prísurin er so góður, at ein makrelstyrja kann kosta fleiri milliónir krónur. Tann dýrasta higartil varð seld á uppboðssølu í Tokyo í fjør og fór fyri knappar 9 milliónir krónur. Kiloprísurin var um 35.000 krónur.










