Nú eru greitt, at nýggjasti filmurin, Karmok, hjá teimum báðum, við Rannvá Káradóttir og Mariannu Mørkøre er í uppskoti til tvær altjóða virðislønir.
Í hesum sambandi er hann í uppskoti til at verða kosin til besti altjóða Stuttfilm á Glasgow Short Film Festival og samstundis er hann í uppskoti til at vera valdur til besta eksperimentella stuttfilm á Minimalen Kortfilmfestivall í Tróndheimi.
Tær báðar siga, at tað er sera stórur áhugi fyri verkunum hjá teimum báðum, sum arbeiða undir navninum, Rammatik, og næstu tíðina skulu tey vísa film á fleiri filmsstevnum, umframt at tey eru við í kappingum.
Filmarnir hjá Rammatik hava verið sera høgt í metum í altjóða høpi og hava fingið viðurkenning og vunnið virðislønir.
Eitt nú fekk Rammatik heiðursløn fyri filmin, Magma, á Cinema Nouveau Film Festival í Kanada, og við hesum vann filmurin sær eitt pláss í undankappingini til The Oscars 2013 í altjóða filmkategoriini “Best International Short Film”.
|