Føroyingar í norskum bumbudrama

Vagnur Mohr Mortensen og Hendrik Lamain Rubeksen vóru millum tey ferðandi, tá flogfar hjá Norwegian var fyri bumbuhóttan

 

 

Teir báðir Vagnur og Hendrik vóru við í flogfari hjá Norwegian, sum í kvøld mátti neyðlenda í Gøteborg, eftir at ein maður hevði boðað frá, at hann hevði eina bumbu í viðførinum.

 

- Har kom ein maður, sum sá heldur óróligur út. Hann sveittaði illa, og hann kom aftur at tosa við manningina, sigur Vagnur við norska TV2, sum á heimasíðu sínari hevur fleiri brot um hendingina.

 

- Manningin tóktist ikki heilt álvulig við støðuna, men ein flogterna bað mannin sissa seg og seta seg niður, og tað gjørdi hann at enda.

 

Tað var ikki, fyrr enn eftir at flogfarið hevði sett seg, at teir báðir fingu at vita, at talan var um bumbuhóttan.

 

- Tá sóú vit løgreglubilar og alt trygdarliðið, sum stóð fyri okkum. Og tað gingu einir 30 minuttir, áðrenn vit fingu loyvi at fara úr flogfarinum, sigur Hendrik við norska TV2.

 

Teir báðir leggja afturat, at maðurin ikki tóktist beinleiðis iillur í sær, men heldur forvirraður.

 

Tey 94 fólkini, sum vóru í flogfarinum, eru nú øll stødd á flogvøllinum í Gøteborg. Norwegian hevur boðað frá, at tey skjótast gjørligt fáa annað flogfar at flúgva ferðafólkini á mál.