Føroyingar drekka ikki líka illa sum tey drekka í fleiri øðrum norðulondum. Tað sæst í hagtølunum, sum liggja í nýggju uppgerðini hjá landslæknanum yvir heilsustøðuna hjá føroyingum.
Talvan vísir, at hesi seinastu 13 árini, frá 2000 til 2012, er rúsdrekkanýtslan í Føroyum minkað eitt vet. Rúsan kom í 1992 og sostatt kann staðfestast, at spádómarnar um, at hon fór at eggja til økta rúsdrekkanýtslu, hildu ikki.
Í 2000 drakk hvør føroyingur yvir 15 ár 6,8 litrar av reinum rúsdrekka og í 2012 var nýtslan komin niður á 6,6 litrar fyri hvønn føroying yvir 15 ár. Hetta er áleið tað sama, sum nýtslan er í Íslandi, í Noregi, í Svøríki og í Álandi, men tað er minni enn nýtslan í Danmark, Grønlandi og Finnlandi. Í Danmark er nýtslan fallin nógv, tí í 2000 drakk hvør dani yvir 15 ár 13 litrar av rúsdrekka, men í 2012 var tað fallið niður í 9,1 litur.
Grønlendingar høvdu metið í 2000, tá ið hvør grønlendingur yvir 15 ár drakk 13,6 litrar av reinum rúsdrekka. Men eisini nýtslan í Grønlandi er nógv fallin, tí í 2012 er drakk hvør grønlendingur yvir 15 ár, 9,7 litrar av reinum rúsdrekka. Tað er framvegis met í Norðurlondum, men er ikki so langt frá nýtsluni í Danmark og í Finnlandi, har hon er 9,3 litrar fyri hvørt fólkið yvir 15 ár.
Teir norðurlendingar sum drekka minst, eru norðmenn. Í 2000 drakk hvør norðmaður yvir 15 ár, 5,6 litrar av reinum alkoholi, men tað er so vaksið upp í 6,2 litrar, men tað er framvegis tað lægsta í Norðurlondum.
|