Føroyingar í Danmark minnast føroyavin

Hon lá sum knívur í hørðum horni at festa á blað


Týskvøldið 10. februar verður stórt tiltak í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har tey fara at minnast  Marianne Clausen.

Hon var var ein sjáldsamur føroyavinur, men hon doyði 17. septembur , bara 66 ára gomul. 


Marianne hevði Húsakórið í 22 ár, men ikki minst gjørdi hon eitt stórt arbeiði at granska føroyskan kvæða- og vísutónleik í eitt mannaminni og hon skrivaði eisini eitt satt megnarverk um hetta.

 

Les eisini: Marianne Clausen deyð

 

- Hon dugdi málið, kendi fólk um alt landið, og hon lá sum knívur á hørðum horni at fáa fest alt tað á blað, sum hon hevði funnið fram, granskað og greinað, siga tey í Føroyahúsinum.

- Neyvan nakar annar enn Marianne Clausenm hevði lyft hesi byrði og borið hana heim, leggja tey afturat.

 

Les eisini: Hevur skrivað niður og givið út 3.300 løg

 

Á hátíðarhaldinum fara Húsakórið og Con Brio kórið, sum Marianne eisini stjórnaði, at syngja.

Maður hennara fer við myndum og frásøgn at lýsa kvinnuna og konuna, Fróði Debes, Magnus Dahl, Lars Østergaard og onnur fara at siga frá dirigentinum, granskaranum og kvinnuni.

Eisini verður farið upp á gólv og kingoløg sungin, siga tey í Føroyahúsinum.

 

 

<form rel="async" method="post" data-ft="{"tn":"]"}" action="https://www.facebook.com/ajax/ufi/modify.php" data-live="{"seq":0}" id="u_jsonp_8_20"></form>