Soleiðis sigur Heidi I. Tvørfoss, sum er í Jerusalem við einum ferðalag.
– Vit hava verið tríggjar ferðir í bumbuskýlinum í morgun, sigur hon.
Heidi Tvørfoss og maðurin Erland Tvørfoss hava verið í Ísrael í átta vikur við kristna danska hjálparfelagsskapinum, »Ordet & Israel«. Tey skulu heim aftur til Føroyar hósdagin.
Hon greiðir frá, at tey búgva í einum húsum við fleiri íbúðum. Í kjallaranum er eitt bumbuskýli.
– Tá vit komu her vístu tey okkum bumbuskýlið, men søgdu, at tað verður ongantíð brúkt, tí tað er sera óvanligt, at brúk er fyri tí í Jerusalem, so tað var fult í óruddi. Tey vildu bara vísa okkum, hvar tað var, greiðir Heidi Tvørfoss frá.
– Men í morgun hava vit longu verið tríggjar ferðir í bumbuskýlinum. Vit vaknaðu av brestum í morgun av mótrakettunum hjá Ísrael. Vit merkja væl, hvussu húsini ristast, so tað er beint við her hjá okkum, sigur hon.
– Eg havi verið 11 ferðir í Ísrael, men hava ongantíð upplivað slíkt. Vanliga verður sagt, at tað er so trygt í Jerusalem, tí her eru so nógvir arabarar, sigur Heidi Tvørfoss.
Støðan er sera ótrygg í Ísreal. Verjumálaráðharrin í Ísrael, Yoav Gallant, sigur í morgun, at Hamas er farið í kríggj ímóti statinum Ísrael, og at tað er eitt stórt mistak. Hann váttar eisini, at tiltaksherfólkini eru innkallað, so nógv bendir á, at talan er um veruligt kríggj.
Heidi Tvørfoss greiðir frá, at tey fleiri ferðir í morgun hava hoyrt og merkt rakettálopini.
– Hetta er rættiliga álvarsamt og søguligt, sigur Heidi Tvørfoss.
Hon sigur frá fjølmiðlum, at Hamas hevur heitt á allar arabarar – eisini púra tilvildarligar arabarar – um at leypa á mál í Ísrael.
Fjølmiðlar skriva eisini, at fleiri arabarar hava sníkt seg inn í Ísrael at fremja álop inni í landinum.
Eftir at in.fo tosaði við Heidi Tvørfoss í morgun vóru tey noydd at fara í bumbuskýlið aftur
– Nú endaðu vit aftur í bumbuskýlinum. Hesa ferð vóru rakettirnar sera kraftigar, og vit sóu antimissilar. Vit merktu eisini væl ristingarnar, sigur Heidi Tvørfoss úr bumbuskýlinum í Jerusalem.












