Føroyingar hittast í Sveits

Árliga samkoman fyri føroyingar í Sveits hevur júst verið.

Á hvørjum ári skipa føroyingar búsitandi í Sveits fyri hugnaløtu fyri føroyingar. 

 

- Hesaferð var tað Thorbjørn sum bjóðaði okkum til Bern. Veðrið var av tí allarbesta og vit hugnaðu okkum, sigur Hanna Heiniger.

 

Hon sigur, at um aðrir føroyingar kundu hugsað sær at verið við í septembur 2016 kunnu tey venda sær til sín.