Kemur Sea Shepherd, ella aðrir umhvørvisfelagsskapir, aftur til Føroya, fáa tey ikki so lætt spæl, sum tey høvdu seinasta summar.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ætlar nevniliga fáa løgtingið at samtykkja eina lóg, sum fer at gera tað munandi torførari hjá Sea Shepherd og øðrum felagsskapum, ella einstaklingum, at leggja seg út í grindadráp
Hann sigur, at hann fer at leggja uppskotið fyri løgtingið nú í vár, so at lógin kann samtykkjast, áðrenn løgtingið fer í summarfrí fyrst í mai.
Endamálið er nevniliga, at lógin skal verða sett í gildi beinanvegin, soleiðis, at hon eisini er í gildi, skuldi Sea Shepherd, ella aðrir felagsskapir og einstaklingar, komi higar aftur í ár við tí endamáli at forða fyri grindadrápi.
Jacob Vestergaard sigur, at higartil hava vit ikki havt nakra serstaka lóg um grind.
- Grindaveiða er skipað eftir eini lóg um hvalaveiði sum heild. Men nú er ætlanin at gera eina serliga lóg um veiði av grindahvali og øðrum smáhvali, sigur hann.
- Í nýggju lógini fer stórur dentur at verða lagdur á at fáa greiðar reglur fyri, hvussu fólk, ið leggja seg út í grindadráp, skulu revsast, sigur landsstýrismaðurin.
- Samstundis verða eisini greiðar reglur í lógini um at leggja hald á amboð og útgerð, sum umhvørvisfelagsskapir brúka í royndunum at forða fyri grindadrápi.
- Tað skal bæði verða lættari og greiðari at revsa tey, sum gera seg inn á grindadráp. Og tað skal eisini verða lættari at leggja hald á amboð og útgerð, umhvørvisfelagsskapirnir brúka í royndunum at forða fyri grindadrápi, antin tað so eru bilar, bátar, skip, ella annað, sigur Jacob Vestergaard.
Hann leggur afturat, at eitt, sum eisini verður umhugsa í nýggju lógini, er at geva grindaformonnum, og kanska eisini øðrum, ein ávísan myndugleika at handtaka fólk, sum gera seg inn á grindadráp. Men tey skulu so sjálvandi latast upp í hendurnar á løgregluni, beinanvegin, grindadrápið er liðugt.
Jacob Vestergaard sigur, at av tí at lógin enn er í gerð, ber illa til at koma inn í smálutur. Men væntar, at hendan nýggja lógin fer at gera tað munandi lættari og greiðari at forða Sea Shepherd, og øðrum, at gera seg inn á grindadráp.









