Føroyingar hava verið fyrimyndarligir

- Eg fegnist um avgerðina, tí tað vísir, at vit føroyingar hava dugað at uppført okkum ordiligt.


Tað sigur Hans Jacob Hermansen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum, tá hann verður spurdur um avgerðina hjá Sea Shepherd ikki at venda aftur til Føroya í summar.


Nevndarlimurin í Grindamannafelagnum metir, at tað er góði atburðurin hjá føroyingum, ið er fremsta orsøkin til, at Sea Shepherd ikki venda aftur.


- Føroyingar hava verið fyrimyndarligir í teirra samskifti við Sea Shepherd, nú tá felagsskapurin hevur verið her tvey ár á rað. Serliga seinni árið hevur tað gingist væl.


- Harumframt so hava okkara myndugleikar gjørt sítt fyri, at lógirnar verða herdar, so tey ikki fáa so frítt spæl, og løgreglan hevur hildið eitt vakið eyga við felagsskapinum.


Hans Jacob Hermansen ávarar tó um, at felagsskapurin kann venda aftur til klettarnar.


- Vit mugu ikki halda, at Sea Shepherd ella aðrir bólkar aldrin koma aftur til Føroya. Um vit ikki halda hesa kósina, har vit hava gjørt alt rætt, so kunnu vit vænta, at tey venda aftur seinni.