Føroyingar hátíðarhalda norskan tjóðardag

Løgmaður, setir dagin, har eisini fakligir fyrilestrar, siðbundnur matur, leikur og spøl, sangur og tónleikur, er á skránni

Tann 17. mai, leygardagin, er norskur grundlógardagur og tjóðardagur. Í ár eru tað 200 ár síðani norska grundlógin varð sett í gildi og hesin merkisdagur verður eisini hildin í Føroyum.

 

Tað er Føroyskt-Norskt Felag í samstarvi við Fróðskaparfelagið og Norrøna Felagið, sum skipar fyri haldinum og verður í Norðurlandahúsinum klokkan 14.

 

Haldið er ókeypis og verður í røttum norskum 17. mai anda við felagssangi, røðum, framførslum og serligum tiltøkum fyri børnini.

 

Tað verður løgmaður, Kaj Leo Holm Johannessen, sum heldur setanarrøðuna, og ein av teimum, sum fer at bera fram eina heilsan, er norski konsulin í Føroyum, Peter Even Djurhuus.

 

Tveir fyrilestrar verða á skránni. Hans Andrias Sølvará, lektari á Fróðskaparsetrinum heldur ein søguligan fyrilestur, við útgangsstøði í friðaravtaluni, sum var undirskrivað í Kiel í januar 1814, og sum var orsøkin til at norðmenn settust at orða eina grundlóg fyri landið.

 

Sama friðaravtala var eisini orsøkin til, at Føroyar og hini hjálondini í Norðuratlantshavi komu beinleiðis undir danskt ræði.

 

Hin fyrilesturin heldur Vár í Ólavstovu, adjunktur, sum fer at greiða frá um norskar bókmentir og rithøvundar um tað mundið tá norska grundlógin varð skrivað.

 

Hanus G. Johansen fer at syngja og spæla og tað er ikki av tilvild, tí hann hevur fleiri norskar sangir á síni sangskrá, ikki minst hansara egnu tónasetingar av yrkingum hjá Jacob Sande.

 

Tey, sum fara í Norðurlandahúsið at halda dagin, fáa eisini høvi til at smakka siðbundnar norskar kakur og annan siðbundnan mat.