Aftur fjør doyðu nógv fleiri føroyingar av av ferðsluvanlukku enn í hinum norðanlondunum, eftir fólkatalinum.
Tað staðfesti Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd á ársfundinum hjá ráðnum stutt fyri páskir. Hon vísti á, at í fjør doyðu fýra fólk í føroysku ferðsluni. Tvey í bili, ein til gongu og ein á súkklu.
- Hetta talið er høgt í mun til onnur Norðurlond, staðfesti hon.
- Í hinum Norðurlondunum er greiða rákið, at talið á deyðum í ferðsluni lækkar, segði Brynhild Høgnadóttir.
Samanbera vit talið á fólki, sum doyggja av ferðsluvanlukku fyri hvørji 100.000 fólk í Norðurlondum, er greitt, at aftur í fjør eru munandi fleiri føroyingar deyðir av ferðsluvanlukku, enn í hinum norðanlondunum,
Í Føroyum doyðu átta fólk av ferðsluvanlukku fyri hvørji 100.000 fólk. Í hinum norðurlondunum er talið ímillum 1,8 og 4,1. Samstundis eru Svøríki, Noreg og Danmark tey londini, sum í flest ár hava ligið niðarlaga við ferðsludeyðum og við støðugari minking ár um ár.
Í Danmark halda tey, at orsøkin at støðugt førri doyggja í ferðsluni, eru samskipað átøk ímillum Sikker Trafik, løgreglu, Vejdirektoratet, kommunur og Ferðslustýrið, umframt at vegirnir eru vorðnir tryggari vegir, revsingin fyri rúsdrekkakoyring er herd, løgreglan hevur meiri eftirlit við ferðsluni og vit hava fingið nýggja trygdartøkni.
Í Noregi vísir gransking , at tað, sum hevur gjørt eina best mun í royndumum at minka um deyðsvanlukkum í ferðsluni, er, at eftirlitið hjá løgregluni við ferðsluni er munandi hert.
- Løgreglueftirlit avdúkar og steðgar teimum, sum koyra ov skjótt, koyra ávirkað, brúka fartelefon ímeðan tey koyra, ella ikki brúka trygdarbelti, sigur stjórin í Ferðslutrygd.
Tað kann so aftur forða fyri, at fólk at skaða seg sjálvi, sínar næstringar, og onnur, í ferðsluni.
- Halda fólk at stórur vandi er fyri, at tey verða tikin, eru tað færri, sum lógina, sigur Brynhild Høgnadóttir.
- Hetta vísir greitt, at vit noyðast at seta ferðslutrygdina ovast á dagsskránna, tí vit koma ikki sovandi til tryggari ferðslu, sigur Brynhild Høgnadóttir.
- Í Føroyum hava vit tíverri ikki hagtøl og skaðakanningar, sum vísa orsøkirnar til vanlukkur her á landi.
- Men hvørt tal í hesum hagtølum fjalir ein sorgarleik og kring landið sita familjur í sorg eftir hesum deyðu í ferðsluni, sigur hon.
Hon vísir eisini á, at í Føroyum eru vánalig hagtøl til at meta um gongdina fyri, hvussu nógv verða skadd í ferðsluni
- Í londum rundanum okkum, eru hagtøl fyri álvarsliga skadd og fyri smásnuddir. Føroysku hagtølini eru soleiðis háttað, at tey umfata øll, sum løgreglan á staðnum metir sum skadd, og sum verða koyrd á sjúkrahús til kanningar ella líknandi.
- Talan kann sostatt vera um alt frá einum skursli til 100 prosent óarbeiðsføri og tí mugu hesi tøl verða tikin við fyrivarni. Samstundis verða skaðar, sum vísa seg seinni verða sjáldan skrásettir, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Í talvuni sæst, hvussu nógv fólk doyggja av ferðsluvanlukku í teimum ymsu norðurlondunum fyri hvørji 100.000 fólk