Føroyingar eru ikki bangnir fyri at fylla seg við heilivági sambært nýggjastu kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum.
Í eini spurnakanning har 2197 fólk luttóku, siga 75 prosent av teimum spurdu, at tey hava tikið eitt ella fleiri sløg av heilivági seinastu tvær vikurnar.
Tann heilivágur, ið flest føroyingar taka, er pínustillandi heilivágur móti høvuðpínu. 32,3 prosent hava tikið slíkan heilivág seinastu fjúrtan dagarnar.
Serliga er tað í aldursbólkinum 18-44 ár, at slíkur heilivágur verður tikin. Í tí aldursbólkinum er tað nevniliga heili 40 prosent, ið hava tikið heilivág móti høvuðpínu.
Hin stóri bólkurin eru tey, ið taka heilivág í samband við blóðtrýsti. 26 prosent av føroyingum hava tikið heilivág fyri blóðtrýstið. Í aldursbólkinum 75 ár og yvir er tað 70 prosent, sum hava tikið heilivág fyri blóðtrýstið seinastu 14 dagarnar.

Føroyingar fylla seg við heilivági





