Føroyingar fingu spælitíð

Fleiri føroyingar vóru á vølli, tá ið næstbesta danska fótbóltsdeildin byrjaði aftur hetta vikuskiftið

Hetta vikuskiftið byrjaði næstbesta danska fótbóltsdeildin aftur eftir drúgvan vetrarsteðg. Nakrir føroyingar byrjaðu inni á sínum liði, meðan aðrir komu á vøllin sum innskiftarar.

 

Vejle, har heili trýggir føroyingar spæla við, spældi á útivølli ímóti Brønshøj. Endaliga støðan varð tann, at Vejle vann 1-0. Bæði Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen byrjaðu inni, meðan Sonni Ragnar Nattestad kom inn í endanum, tá ið Vejle skuldi verja leiðsluna. Hetta var somuleiðis fyrsti dystur hjá Jóan Símuni fyri Vejle. Sagt verður í dystarfrágreiðingini á heimasíðuni hjá Vejle, at Jóan Símun hevði ein stóran málmøguleika, har hann kom fríur ímóti málinum, men toftamaðurin megnaði ikki at skora mál í sínum fyrsta dysti fyri nýggja felag sítt.

 

Eitt annað føroyingafelag, Vendsyssel FF, hevði eisini útidyst á skránni. Vertirnir hjá Vendsyssel var Skive IK. Úrslitið gjørdist 1-1. Føroyski Hallur Hansson, ið skifti til Vendsyssel aftaná føroyska kappingarárið endaði í fjør, varð innskiftur í 63. minutti. Tískil var hetta fyrsti dystur hjá Halli fyri sítt nýggja felag.